Višareiši

Matstovan hjá Elisabeth hevur verið opin síðani 2003, og bæði ferðandi føroyingurin og vitjandi útlendingurin eigur at unna sær sjálvum eina vitjan inni á gólvinum hjá fryntligu Elisabeth Nybo, sum øll árini hevur rikið matstovuna.
 
Avbera vakra náttúran á Viðareiði og har um leiðir ger bara upplivilsið enn meira serstakt!
 

Náttúran

Viðareiði er norðasta bygdin í Føroyum og tey høgu fjøllini og náttúran annars eru eitt bergtakandi upplivilsi bæði fyri vitjandi føroyingin, ið er vanur við minni dramatiskt umhvørvi og útlendska gestin, sum ikki hevur sæð nakað líknandi.

Bygdin liggur á einum eystur-vesturvendum eiði við einum lítlari lending Eiðsvík eystanfyri og hellini vestanfyri. Tey høgu fjøllini Malinsfjall (750 m) og Villingadalsfjalli (844 m) standa so stinn ávikavíst sunnanfyri og norðanfyri.
 
Hægsta forberg í heiminum, Enniberg (754 m) er norðurendin á Viðoynni, Tað er ein krevjandi gongutúrur upp á Villingardalsfjall, og síðan vestur eftir fjallinum, fyri síðan at ganga norður eftir fjallatoppinum og koma út á Enniberg. Tað er ikki ráðiligt at fara túrin uttan ferðaleiðara.
 
Trýst á myndirnar vinstrumegin fyri at síggja vakurleikan í størri formati!
Matstovan hjį Elisabeth | Eggjarvegur 13, Fo-750 Višareiši - Fųroyar | Tlf.: +298 451275